Innanlands

Danskur ráðharri: Eingin kunning um herflogfarið

Heldur ikki danskir myndugleikar vóru kunnaðir, tá eitt amerikanskt herflogfar av slagnum Lockheed C-130 Hercules hin 5. august fleyg lágt yvir Skálafjørðinum og Havnini, sigur danski verjumálaráðharrin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-09-11 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heldur ikki danskir myndugleikar vóru kunnaðir, tá eitt amerikanskt herflogfar av slagnum Lockheed C-130 Hercules hin 5. august fleyg lágt yvir Skálafjørðinum og Havnini.

Tað upplýsir danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen í svari til fyrispurning hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

Amerikansk herflogfør hava diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi, og formelt liggur avgerðin at nokta ella loyva herflogførum atgongd ikki hjá føroyska uttanríkismálaráðnum. Landsstýrið hevur tó ynskt at fáa kunning um møguligar yvirflúgvingar. Føroyskir myndugleikar og Arktisk Kommando høvdu tó heldur ikki fingið boð.

Sambært svarinum hevur danska verjumálaráðið samskift við amerikonsku sendistovuna í Danmark, sum upplýsir, at mannagongdir framyvir verða herdar hesum viðvíkjandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder