Mentan

Danskur rapptónleikur skal seta lív í Vágsbø

Hitt sum "Hot", "Elsker hende mere", "Lækker", "En dag tilbage" og "Boing" verða at hoyra á fyrstu stóru konsertini á Summar Festivalinum kl. 22

Nik & Jay á Voxbotn (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nik & Jay á Voxbotn (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-08-07 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld klokkan 22 verður fyrsta stóra konsertin á Vágsbø á ársins Summar Festivali.

Tá fer væl umtókti danski popprappbólkurin Nik & Jay á landsins størsta pall.

Nik & Jay hava í meira enn tjúgu ár rappað og sungið fyri stóru og breiðu fjøldini. Fyrstu tónarnir hjá Nik & Jay komu út í 2002, og frá fyrsta rappi fingu teir undanvind sum fáir bólkar. Hittini vóru har beinanvegin. Sangir sum "Hot", "Elsker hende mere", "Lækker", "En dag tilbage" og "Boing" slóðaðu fyri bólkinum, sum við ósmædnum videoløgum og framfýsnum framførslum vann upp á popptindarnar.

Nik & Jay hava hesi árini givið sjey plátur út, teir hava fingið allar hugsandi heiðrar, og ikki minst hevur undirtøkan í breiðu fjøldini verður stútt og støðugt vaksandi. Herfyri høvdu teir fýra útseldar konsertir í Royal Arena á Amager, og teir verða roknaðir sum eitt tað størsta tónleikanavnið í Danmark yvirhøvur.

Í 2009 framførdu teir báðir á Summar Festivalinum og síðan hava teir eisini havt framførslur á Voxbotn.

Sambært veðurstovunum verða góð líkindi til konsert í kvøld. Tað verður turt tað mesta av kvøldinum og lítil vindur. Í nátt og í morgin verður helur vátari.

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder