Seinnapartin gjørdist greitt, at teir 13 føroyingarnir ið eru á Lissabon á námsferð, skulu heim í morgin. Hesa avgerð hevur Glasir tikið í dag í samráð við heilsumynduleikar og Uttanríkis- og Mentamálaráðið.
Les eisini: Námsferðin í Portugal endar í morgin
Tann flokkurin fór úr Føroyum hósdagin - nakrar tímar seinni var námsferðin hjá 300 næmingum og starvfólki á Glasi til París avlýst.
Leygardagin fóru 25 næmingar og tveir lærarar frá Sønderborg Statskole til Napoli í Suðuritalia. Har eru tey nú "strandaði" á einum hotelli, sambært TV SYD. Stutt efir at tey komu, gjørdust tiltøkini fyri at forða spjaðingini av coronavirusinum í Italia meira víðfevnd, har tað mesta er lukkað niður.
Støðan í sunnara parti av Italia er als ikki líka ring sum í norðara parti av landinum, men skúlaflokkurin sleppur ongan veg. Skúlin royndi at fáa næmingarnar, beint áðrenn alt lukkaði niður, og nú bíða tey eftir hvat næsta fetið verður. Næmingarnir skulu sum nú er ikki í sóttarhald, tá teir koma heim. Í Italia er talið av smittaðum støðugt vaksandi: Tølini frá í dag vísa 10.149 smittaði - beint undir 100 fleiri enn í gjár - 631 deyð - 128 fleiri enn tað vóru í gjár
Les eisini: Danska stjórnin setir strangari corona-tiltøk í verk
Í Danmark eru fleiri enn 100 tilburðir staðfestir afturat í dag, so talið av corona-smittaðum nú er á 262. 1101 eru í sóttarhaldi. Nú roynir danska stjórnin at forða fyri, at coronaviruið rakar búskapin ov hart.
Í Herning er ein genta í einum 9.flokki smittaði, og 91 næmingar í skúlanum eru send í sóttarhald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald