Innanlands

Datt á skutara

Drongurin, sum koyrdi, hevði ongan hjálm – Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið í nátt, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-10-29 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint eftir midnátt tók løgreglan ein bilførara í Suðuroynni fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Viðkomandi varð steðgaður í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni. Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

Ein tíma seinni varð boðað frá, at ein drongur var dottin á skutara - eisini í Suðuroynni. Hann var rendur á ein kant, dottin og hevði sligið høvdið í. Hann hevði ongan hjálm.

Drongurin varð koyrdur á Suðuroyar sjúkrahús, men seinni varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu. Sum skilst, hevur hann tað eftir umstøðunum gott, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder