Innanlands

Dátueftirlitið flytur til Saltangará

Avtala varð gjørd millum Dátueftirlitið og Sp/f Heiðahúsið týsdagin, og Dátueftirlitið tekur við leigumálinum frá 1. november 2023

(Mynd: dat.fo)

(Mynd: dat.fo)

2023-09-07 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at Dátueftirlitið í longri tíð hevur leitað eftir hølum á eystara armi á Skjálafjørðinum, hava Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum, og Edvard Mikkelsen, stjóri í Sp/F Heiðahúsið týsdagin tann 5. september undirskrivað avtalu um, at Dátueftirlitið leigar ovaru hæddina í bygninginum á Heiðavegi 25 í Saltangará.

Tað boðar Dátueftirlitið frá í dag.

– Síðani táverandi løgmaður í fjørð boðaði frá, at Dátueftirlitið skuldi flyta, hava vit saman við Landsverki miðvíst leitað eftir nýggjum hølum. Í fyrstu syftu valdu vit at gera eitt útboð, men tá ið hetta ikki bar á mál, kom Sp/F Heiðahúsið inn í myndina. Samráðingar hava verið partanna millum, og nú eru vit komin á mál, sigur Tóri Højgaard.

Hann leggur afturat, at tey á Dátueftirlitinum eru væl nøgd og meta, at tey hava funnið følir, sum hóska væl til tørvin hjá stovninum.

Hølini verða í løtuni umvæld, og væntandi verður hetta arbeiðið liðugt síðst í oktober. Avtalað er, at Dátueftirlitið tekur við leigumálinum frá 1. november 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder