Nú eru longu fleiri ár síðani at Hans Jacob Joensen, undanfarni bispur, umsetti alla Bíbliuna, burtursæð frá Sálmunum, úr grundmálinum og handaði Føroyska Bíbliufelagnum.
At umseta Sálmarnar er ikki hvørsmans føri, tí umframt at hetta er tekstur úr hebraiskum, so er talan eisini um skaldskap.
Eftir nakað av leitan og áheitan frá Bíbliufelagnum, átók David Johannesen, fyrrverandi prestur í Vágum, sær hesa stóru uppgávu í 2018. Hann hevur umframt longu tíðina sum prestur, eisini royndir sum yrkjari og rithøvundur; harav onkur av sálmum hansara eru at finna í nýggja sálmabókaískoytinum hjá Fólkakirkjuni.
David hevur hesa tíðina arbeitt sera miðvíst við at umseta Sálmarnar, og nú í februar 2020 er setningurin greiddur.
Sálmarnir í Gamla Testamenti vórðu handaðir Føroyska Bíbliufelagnum 20. februar í heimi hansara norðuri á Heiðum í Miðvági.
Ætlanin er at nýggja Bíblian skal koma út á sumri 2023.
– Føroyska Bíbliufelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald