Fleiri av heimsins týðandi leiðarum eru ikki til staðar, nú leiðarar fyri heimsins máttmiklastu lond hittast til búskaparligan toppfund í sveitsiska alpubýnum, Davos.
Davos-fundurin í ár er merktur av teimum, sum ikki eru til staðar, sigur ein av búskaparligu eygleiðarunum, sum als ikki heldur at tað neiligt, at Davos-ráðstevnan aftur gerst eitt forum fyri umboð fyri vinnulívið heldur enn fyri politiskar leiðarar.
Donald Trump, forseti í USA, Emmanuel Macron úr Fraklandi, Theresa May úr Bretlandi, Mnangagwa úr Simbabvi og Erna Solberg úr Noregi hava øll valt ikki at leggja leiðina til týðandi fundin í Alpunum fyri heldur at taka sær av trupulleikum í heimlandinum.
Norski forsætisráðharrin er í løtuni upptikin av eini umskipan av stjórnini, sum helst verður kunngjørd í dag, nú tey kristiligu eru komin upp í stjórnarsamstarvið. Men sum vant, so verður Haakon krúnprinsur til staðar í Davos, umboðandi Noreg, skrivar norska NTB-tíðindastovan.
Yvir 3.000 politikarar og máttmiklir persónar eru til staðar á Davos-fundinum, har tey fram til leygardagin skulu kjakast um alheims avbjóðingar so sum sosialan ójavnað og veðurlag. Tey 26 ríkastu fólkini í heiminum eiga nú so nógv, at tað svarar til tað, sum tann fátækari helmingurin av øllum heimsins fólkum eigur.
Trý av hesum 26 – Bill Gates, Jack Ma og Mikesh Ambani – eru til staðar í Davos.
Nývaldi forsetin í Brasil, Jair Bolsonaro, heldur setanarrøðuna. Populistiski forsetin fór til val við lyftum at berjast móti mutri og at endurskapa lóg og ordan í landinum.
- Brasil tekur stig fyri at tryggja at heimssamfelag aftur fær álit á okkum, og vit vilja eisini syrgja fyri, at handilin millum Brasil og umheimin aftur fer at blóma uttan ávirkan av politiskum ideologium, segði Bolsonaro áðrenn hann fór á fyrstu uttanlandsferð sína sum forseti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald