
Debes Hammershaimb Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og granskari, fekk seinnapartin ársins miðlaheiðursløn.
Heiðurin varð latin honum í Kongshøll, har vísindavøka hevur verið í allan dag.
Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni.
Bergur D. Hansen, dekanur á Setrinum, sat í dómsnevndini saman við Jón Brian Hvidtfeldt, formanni í Føroyskum Miðlafólki og Dagmar Joensen Næss frá Granskingarráðnum.
Bergur nevndi gávumildni í síni grundgeving fyri at geva Debes Hammershaimb Christiansen heiðurslønina.
Debes Hammershaimb Christiansen hevur ikki bara gjørt stóran mun í stríðnum móti koronusmittuni, hann hevur eisini gávumilt greitt almenninginum frá í føroyskum og alheims miðlum, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald