Leygarkvøldið 4. september klokkan 22 verður stór konsert við bólkinum Deiggj í SALT á Drelnesi. Hetta er fyrstu ferð, at bólkurin av Tvøroyri spælir í stásiligu lokalu konserthøllini, og tað verður í sambandi við, at bólkurin hátíðarheldur, at 40 ár eru liðin síðan bólkurin varð settur á stovn.
Á heysti í 1981 varð ein nýggjur tónleikabólkur, nevndur Deiggj settur á stovn á Tvøroyri. Tveir froðbingar og fýra tvøramenn mannaðu bólkin. Nú 40 ár seinni spæla teir enn við Deiggj og eru bestu vinmenn. Fýra av upprunalimunum eru teir somu, sum tá, og hinir báðir upprunalimirnir hava enn eitt gott samband við bólkin.
Teir feskastu deiggjarnir hava a spælt í ávikavist 21 og 12 ár við Deiggj. Deiggj hevur øll hesi 40 árini verið ein sera virkin bólkur og hevur eisini havt samstarv við nógvar ymiskar tónleikarar gjøgnum árini, bæði føroyskar og útlendskar.
Millum kendu útlendsku tónleikarnir, ið hava spælt við Deiggj, eru fyrrverandi limirnir í Uriah Heep John Lawton, sum andaðist í juni í ár, og Paul Newton, fyrrverandi bassleikari í Uriah Heep.
Nýggj LP á veg
Í sambandi við føðingardagin hjá Deiggj verður arbeitt við nýggjum upptøkum av nýggjum føroyskum tilfari. Talan er um eitt samlað verk við 9 løgum, sum eru tikin upp í Studio Block í Tórshavn og hjá Bakkastudio á Tvøroyri og heima hjá Deiggj.
Samstundis verða gjørdar videoupptøkur frá studioupptøkunum. Hesar skulu m.a. brúkast til at gera videoløg og møguliga ein dokumentarfilm av bólkinum.
Umframt føstu limirnir í Deiggj, verða eisini fleiri gestasangarar og tónleikarar við á konsertini. Millum annað fer Guðrun Sólja at syngja ein nýggjan umhvørvissang. Hesin kallast Hví grætur tú.
Seinast Deiggj góvu út eina LP var í 1985. Talan er um LP´ina Stormávaring, sum enn javnan er at hoyra í útvarpinum. Umframt hetta, hevur bólkurin havt einstøk løg við á øðrum útgávum, eitt nú á Amnesty Tónum, Vælskabt brek, TB 100 ár, Útvarpsfløguni Sov blítt og FUT Live úr Fuglafirði.
Føstu Limirnir ídag eru Pætur Mohr Dam (tangentar), Sverri Heinesen (bassgittar), Páll Holm Lave (gittar og kór), Rani H. Christiansen (trummur), Dennis Lave (sang) og Fróði T. Vestergaard (sang, keyboard og gittar).
Spæla bæði í Føroyum og uttanlands
Deiggj hava seinastu árini spælt nógv uttanlands, men kunnu onkuntíð upplivast í Føroyum. Limirnir í bólkinum dáma væl at venja saman og onkuntíð verður farið út úr venjingarhølinum.
Í 2007 fingur deiggjarnar gott samband við John Lawton, sála, og hevur hetta ført við sær at bólkurin hevur spælt í Finnlandi, Spania, Danmark, Íslandi, Belgia og Týsklandi.
Nú skal tað verða
Ein av stóru dreymunum hjá Deiggj hevur altíð verið at sleppa at gera ein ordiliga konsert í stáligu SALT hølunum. Hesini dreymurin verður nú endaliga til veruleika.
Leygarkvøldið 4. september kl. 22 verður konsert við Deiggj í SALT á Tvøroyri. Sama dag spæla Føroyar landsdyst ímóti Danmark, og tí byrjar tiltakið aftan á at landsdysturin er liðugur. Gissur Patursson fer at undirhalda við góðum tónleiki áðrenn og í steðginum.
Longu í juli var meginparturin av atgongumerkjunum farin, so væntað verður ein full høll í SALT. Sagt verður, at fólk úr øllum landinum hava tryggjað sær eitt atgongumerki til konsertina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald