Innanlands

Jólatræið á Vaglinum tendrað seinnapartin

Tiltakið byrjar kl. 15.30. Á skránni verða røður, tónleikur, og jólamaðurin kemur at tendra jólatræið.

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto/Torshavn.fo)

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto/Torshavn.fo)

2026-11-28 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin verður stóra jólastræið á Vaglinum í Havn og jólaljósini kring býin tendrað. Eisini lat ajólasmátturnar upp.

Tiltakið byrjar klokkan 15.30, tá Havnar Hornorkestur spælir jólatónar. Elsa Berg, borgarstjóri, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, halda røður, skrivar Tórshavnar kommuna.

Tórshavnar kommuna fær jólatræið sum gávu frá Reykjavík, og soleiðis hevur tað verið síðan 2013. Siðvenja er, at ein íslendskur gestur eisini heldur røðu, og í ár er tað Rúnar Frey Gíslason, býráðslimur í Reykjavík og formaður í mentamálanevndini.

Tá ið træið skal tendrast, verða tað jólamaðurin og trúgva jólakona hansara, sum við góðari hjálp frá børnunum syrgja fyri, at ljósini verða tendrað.

Eftir at jólatræið er tendrað, klokkan 16.30, verður nissudisko í pavillongini uttanfyri Ráðhúsið. Beinta Haraldsen diskar.

Klokkan 16.30 spælir Ælabogin millum Betri Banka og springvatnið á Káta Horninum.

Onnur jólatiltøk í miðbýnum
Í desember verða fleiri onnur jólatiltøk í miðbýnum.

Barnajól, verður leygardagin 5. desember í Margarinfabrikkini frá klokka 11.00-16.00. Tiltakið er ókeypis.

Leygardagin 12. desember klokkan 16 kemur jólaskipið inn á Vágsbotn. Sunnudagin 20. desember fara jólamenn at súkkla runt í býnum við tónleiki og karamellum til børnini.

Eisini eru fleiri onnur tiltøk á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder