
Í dag var serligur dagur á Tjarnargarði, tí Demensdepilin varð tikin í nýstlu seinnapartin. Hetta er tann fyrsti av slínum slagi í Føroyum.
Við út- og umbyggingini, sum byrjaði fyri beint yvir trimum árum síðani, eru tænasturnar til fólk, har minnið er farið at bila, savnaðar á Tjarnargarði.
- Nú verða 7 nýggj umlættingarpláss, betri umstøður til venjingar og dagtilhald, nýggjur ídnaðarkøkur er settur upp - og báðir høvuðsbygningarnir samanbundnir. Øll ovara hædd er gjørd av nýggjum, og fleiri fermetrar eru sostatt til venjingar og dagtilhald. Og fólk flyta inn í næstum. Sostatt eru vit komin hartil, at dreymurin um at gera ein demensdepil, sum nøktar tørvin hjá teimum demensraktu á einum stað, er vorðin veruleiki. At borgarar kunnu fáa dag- og kvøldtilhald, vikuskiftistilboð, umlætting, venjingar- og búpláss á sama stað, er heilt einastandandi. Tænastan verður fleksiblari og tilboðini kunnu skrúvast saman eftir tørvi.
Soleiðis segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari seinnapartin.
- Endamálið við demensdeplinum er at veita eitt slóðbrótandi, tvørfakligt heildartilboð til borgarar við demenssjúku á øllum stigum í sjúkugongdini. Talan er um búpláss, stuttíðarpláss, virkis- og venjingartilboð eins og ráðgeving. Arbeitt verður við heilsufremjan, fyribyrgjan, endurmenning (rehabilitering) og sjúkrarøktarfakligum átøkum, sum stuðla undir eitt virkið og innihaldsríkt lív
Hetta skrivaði Tórshavnar kommuna í samband við, at Diana P. Strøm varð sett í starv sum leiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald