Tann 1. september í ár fara landsdemenssamskiparar aftur til arbeiðis í Suðuroy. Tað boðar Heilsumálaráðið frá í dag.
Demensklinikkin hevur í fyrstu syftu gjørt avtalu við sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum starvast í økispsykiatriini í Suðuroynni, um at taka sær av landsdemenssamskipanini í Suðuroy. Sjúkrarøktarfrøðingarnir fara at virka sum landsdemenssamskiparar ein dag um vikuna hvør.
Fyri nøkrum árum síðani, varð settur ein landsdemenssamskipari í Suðuroy. Hetta steðgaði eftir stuttari tíð, tí tað vísti seg at vera trupult hjá einum fólki einsamalt at røkja uppgávuna. Tí hevur verið neyðugt at skipa hetta tilboðið á annan hátt í Suðuroy.
Tað er Demensklinikkin á Landssjúkrahúsinum, sum útgreinar sjúklingar fyri demens og setur landsdemenssamskiparar í starv. Hesir tryggja at fólk, sum hava fingið staðfest demens, beinanvegin koma í samband við tær fyriskipanir, sum eru í nærumhvørvinum hjá tí sjúkurakta. Samskiparin virkar sum kontaktpersónur hjá tí demensrakta og stuðlar í sambandi við kanningum, heilivági, undirvísing o.ø.
Royndirnar hjá Sjúkrahúsverkinum hava víst, at tørvur er á tøttum samstarvi og samskifti millum Demensklinikkina, landsdemenssamskiparnar og lokalu samstarvsøkini – eldrasamstørvini og Almannaverkið. Í Suðuroy verður eitt nú skipað fyri, at starvsfólk úr Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum eru í Suðuroy hálva hvørt ár. Ístaðin fyri at ein og ein sjúklingur skal til Havnar, so flytur Demensklinikkin til Suðuroynna í umleið tveir dagar.
Hesar báðar dagarnar í Suðuroynni verða sjúklingar útgreinaðir, og kanningar verða gjørdar av sjúklingum, sum eru í viðgerð. Harumframt verður skipað fyri, at bæði heilsustarvsfólk og avvarðandi fáa vegleiðing og undirvísing.
- Tænastan við landssdemenssamskiparum skal røkka borgarum um alt landið. Eg eri sera fegin um at landsdemenssamskiparar aftur eru settir í Suðuroynni, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum.
Tá ið tunnilin til Sandoynna seinni í árinum verður tikin í nýtslu, verður ein loysn eftir ætlan eisini klár fyri Sandoynna.
Kelda: Heilsumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald