Innanlands

Demich og Maria Poulsen samstarva um stórhøllina

Tað gongur við rúkandi ferð at byggja nýggju stórhøllina. Avtala er nú gjørd við veitarar um at gera hvs- og ventilatiónsarbeiði

Anja Rein, stjóri í Demich, Jón Sigurdsson, stjóri í Articon og Kjartan á Dul, stjóri í Maria Poulsen

Anja Rein, stjóri í Demich, Jón Sigurdsson, stjóri í Articon og Kjartan á Dul, stjóri í Maria Poulsen

2024-06-01 18:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Arbeiðið hjá ArtiCon at gera komandi stórhøllina, Við Tjarnir, gongur væl og er komið væl áleiðis. Nú er so avtala gjørd við veitarar um at gera hvs- og ventilatiónsarbeiðið. Í hesum sambandi hava Demich og Maria Poulsen gjørt avtalu um at veita HVS- og ventilatiónsloysnir til stórhøllina.

Avtalan, sum er gjørd við ArtiCon, fevnir um at tryggja, at við Tjarnir fær nøktandi og framkomnar loysnir innan hita, sanitet, frárenning og ventilatión. Hesar uppgávur eru sera týdningarmiklar fyri virkisførleikan hjá høllini, umhvørvisliga burðardygd og trivnaðin hjá teimum, ið fara at nýta høllina.

Vit eru spent at kunna vera við í hesi stóru verkætlanini og at tryggja, at Føroya Arena verður útgjørd við dygdargóðum loysnum innan hvs og ventilatión, sigur Anja Rein, stjóri í Demich.

Demich og Maria Poulsen eru fyritøkur við nógvum ára royndum innan byggivinnu og tænastu. Saman eru tær ein sterkur og álítandi samstarvsfelagi í hesari stóru verkætlan, ið fer at gagna bæði ítróttarfólkum og øðrum brúkarum av stórhøllini.

Tað gevur meining, at vit samstarva um at loysa hesa uppgávuna. Talan er um eina stóra byggiverkætlan og tað verður spennandi at fylgja framgongdini av hesi byggiverkætlanini, sigur Kjartan Á Dul, stjóri í Mariu Poulsen.

Arbeiðið hjá Demich og Maria Poulsen byrjar beinanvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder