placeholder
Innanlands

Dennis Holm: - Hondbóltslandsliðið skal spæla á heimavølli í Føroyum

Borgarstjórin í Vágs kommunu sigur, at í dag er eitt alternativ til heimavøll uttanlands - og alternativið er Marghøllin í Vági

2018-07-17 09:08 Author image
Oda Strøm
placeholder

Føroyska mans-hondbóltslandsliðið skal í heyst og komandi ár spæla dystir í undankapping til EM. Hetta eru dystir ímóti Danmark, Ukraina og Montenegro. Ein dystur verður á heimavølli og ein á útivølli.

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, vil vera við, at nú eru ivamál um hesir hondbóltslandsdystir skulu spælast á heimavølli í Føroyum ella á heimavølli uttanlands, men ein høll er í Føroyum, sum kann hýsa hesum heimavøllum - og tað er Marghøllin í Vági.

- Tá føroyska fótbóltslandsliðið endaði í Landskrona var onki alternativ í Føroyum. Í dag er eitt alternativ til heimavøll uttanlands, og er alternativið Marghøllin í Vági. Gamaní krevur hetta nakað av fíggjarligum stuðli at fáa í lag. Men helst kemur tað ikki sum eitt yvirraskilsi, at tað kostar at skipa ein heimavøll til føroyska hondbóltslandsliðið.

- Eitt er víst, tað verður ikki bygd ein altjóða góðkend hondbóltshøll í Føroyum fyrstu árini (sjálvt um farið var ígongd í morgin, so hevði tað tikið 2-3 ár áðrenn høllin stendur liðug og klár til nýtslu). Tí eigur loysnin í Marghøllini í Vági eisini at fáast í lag, soleiðis at fleiri enn 2.000 føroyingar kunnu ferðast stutta og bíliga leið at heppa og stuðla føroyska hondbóltslandsliðnum, skrivar borgarstjórin í lesarabrævi. 

Borgarstjórin sigur, at ein frágreiðing er longu gjørd um loysnir fyri hvussu hetta kann fáast í lag, soleiðis at hondbóltslandsdystir kunnu spælast í Marghøllini.

- Loysnir eru fyri, hvussu Marghøllin kann broytast frá fótbóltshøll til hondbóltshøll, sum lýkur øll krøv frá Europeiska Hondbóltssambandinum (EHF) við m.a. 2000 áskoðaraplássum, hvussu ferðing av útiliðnum til Suðuroyar kann skipast uppá 20-30 minuttir (kravið er ikki longur enn 2 tímar frá flogvølli), hvussu útlendsku liðini kunnu gista undir góðum umstøðum í Vági (sum uttan iva verða góðkend av EHF), og hvussu flutningurin av áskoðarum til og úr Suðuroynni lætt kann skipast (Smyril flutti fleiri enn 2000 fólk til og úr Suðuroynni á jóansøku, so hetta er ein kend operatión), sigur Dennis Holm. 

Alt uppskotið hjá borgarstjóranum kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder