
Listi E fekk fýra kommunustýrislimir, listi C fekk tríggjar og listi B fekk tveir limir.
Tað er úrslitið av valinum í Vágs kommunu í dag.
Sitandi borgarstjórin, Dennis Holm, fekk í dag 34 atkvøður fleiri enn á valinum í 2016, og hevur saman við undanfarnu samgongu sum umframt Tjóðveldi á lista E umfatar Javnaðarflokkin á lista C.
Bjarni Johansen er nýggjur maður í býráðnum, og fekk 79 atkvøður.
Hesi níggju vórðu vald í Vágs kommunu:
Dennis Holm 165 atkvøður
Bjarni Johansen 79 atkvøður
Erhard Joensen 73 atkvøður
Levi R. Mørk 64 atkvøður
Magnus M. Hjelm 43 atkvøður
Eyðbritt Krosslá 34 aktvøður
Marin Gaardlykke 34 atkvøður
Jónleyg Eyðunsson 32 atkvøður
Bárður G. Nielsen 32 atkvøður
Valluttøkan var 89,5 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald