Uttanlands

Désiré prinsessa í Svøríki deyð

Hon var stórasystir sviakong og systkinabarn Margretu drotning. Désirée prinsessa gjørdist 87 ár

(Mynd: Maja Suslin / kungahuset.se)

(Mynd: Maja Suslin / kungahuset.se)

2026-01-21 17:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenska prinsessan, Désirée, er deyð – hon gjørdist 87 ár.

Tað upplýsir svenska kongshúsið í dag, sambært svensku tíðindastovuni TT.

Désirée var stórssystir Carl kong Gustaf, og sostatt systkinabarn Margretu drotning í Danmark.

Sambært svenska sjónvarpinum, var familjan hjá prinsessuni tá hon doyði heima á Kobergs slotti, sum liggur í Västergötland, nærhendis býnum Trollhättan.

- Tað er við stórari sorg at eg havi fingið boðini um, at systir mín, Désiree prinsessa, er farin, sigur sviakongur í eini fráboðan.

Désirée prinsessa, doypt Désiree Elisabeth Sybilla, føddist 2. juni 1938. Hon var triðja dóttirin hjá Gustaf Adolf arvaprinsiprinsi og Sibylla prinsessu.

Désirée giftist í 1964 við Niclas Silfverschiöld, fríharra ella baróni, sum doyði í 2017.

Gustaf Adolf og Sibylla fingu fýra døtur, áðrenn arvingin, núverandi Carl kongur Gustaf varð føddur í 1946.

Carl Gustaf var bert 9 mánaðir gamal, tá pápin doyði í flogvanlukku í Kastrup í 1947. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder