
Tórshavnar kommuna boðar á heimasíðu sínari frá, at Diana P. Strøm er sett sum leiðari á Demensdeplinum á Tjarnargarði verður tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum.
- Endamálið við demensdeplinum er at veita eitt slóðbrótandi, tvørfakligt heildartilboð til borgarar við demenssjúku á øllum stigum í sjúkugongdini. Talan er um búpláss, stuttíðarpláss, virkis- og venjingartilboð eins og ráðgeving. Arbeitt verður við heilsufremjan, fyribyrgjan, endurmenning (rehabilitering) og sjúkrarøktarfakligum átøkum, sum stuðla undir eitt virkið og innihaldsríkt lív, skrivar
Demensdepilin letur eftir ætlan upp um miðjan apríl 2021. Diana byrjaði í starvinum 1. januar 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald