Innanlands

Dimma letur upp fyri eldri útgávum

Nú ber til at lesa eldri útgávur av Dimmalætting á netinum - ókeypis

Skíggjamynd av dimma.fo

Skíggjamynd av dimma.fo

2020-11-13 17:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í vikuni gjørdust útgávur av Dimmalætting aftur til 2014 tøkar í pdf á heimasíðuni dimma.fo.

Avgjørt er, at árgangir, sum eru eldri enn tvey ár, kunnu lesast uttan at rita inn sum haldari.

- Bløðini vera mangan brúkt at leita í, um okkurt er, og nógvir lærustovnar og lesandi brúka eisini bløðini sum keldutilfar. Men tað kann vera trupult at sleppa framat hesum upplýsingum, um tær liggja aftanfyri gjaldsmúrar, og tí er gjørt av at leggja teir eldru árgangirnar á netið, skrivar dimma.fo um nýggja átakið hjá blaðnum.

Dimmalætting varð endurstovnað í 2014, er komið út einaferð um vikuna síðani.

Sum skilst er ætlanin at fáa eldri árgangir inn eisini.

Royn skipanina her (dimma.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder