Mentan

Diversity week: Ein vika til mentanarligt fjølbroytni

Í oktober skipar Tórshavnar kommuna fyri Diversity Week

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-09-17 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 1.-5. oktober skipar Tórshavnar kommuna fyri Diversity week. Endamálið við Diversity week er at varpa ljós á mentanarliga fjølbroytni í býnum og styrkja millummentanarliga huglagi millum fólk, skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðu sína.

Mentanarliga gerst Tórshavnar kommuna alsamt fjølbroyttari við tað at fleiri og fleiri uttan úr heimi leita sær hendan vegin og velja at búseta seg har.

"Við Diversity week ynskja vit at seta sjóneykuna á tað tilfeingi, ið tilflytarar okkara eru fyri okkara bý, og at hyggja nærri at, hvat vit kunnu gera fyri at styrkja millummentanarliga huglagið í Tórshavnar kommunu," greiðir integratiónssamskipari, Siri Tórgarð, frá. 

Niðanfyri sæst fyribils skráin fyri vikuna. Nærri kunning verður á heimasíðuni hjá kommununi og á sosialu miðlunum.

Skrá fyri Diversity week:

Mánadagin 1. oktober kl. 19 - 21 í Posthúskjallaranum
Borgarstjóri, Annika Olsen, setur Diversity vikuna
Toni Hansen og Juliana Arias, ið báðar eru tilflytarar, hugleiða um, hví tað er umráðandi at arbeiða við integratión
Siri Tórgarð, integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu, greiðir frá arbeiðinum við integratión hjá kommununi.

Týsdagin 2. oktober
Kl. 10 – 12: Tiltak fyri foreldur og børn í barsil.
Kl. 19: Sissal Kampmann prátar við fýra tilflytarar um teirra leið til Føroyar.

Mikudagin 3. oktober
Kl. 9 - 16: Málráðstevna í Auluni í Finsen
Filmurin Hjerteland verður sýndur í Norðurlandahúsinum.

Hósdagin 4. oktober 
Kl. 19 – 22: Eitt kvøld um at vaksa upp við einum mentanarligum grundarlagi í einum samfelag, ið hevur annað mentanarligt grundarlag.

Fríggjadagin 5. oktober
Tiltak fyri 67+: Tilflytarar fortelja um lívskorini hjá eldri í heimlandi teirra.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder