Í dag frættust boðini um at mæta countrysangarinnan er farin.
Tað var systirsonur Dolly Parton, Bryan Seaver, sum kom við boðunum á einum videobroti á socialu miðlunum.
Dolly Parton gjørdist 80 ára gomul. Honn vaks upp í fátæksligum korum í Smoky Mountains í Appalacia fjøllunum í Tennessee.
So skjótt sum hon var liðug við high scool fór hon sum 18 ára gomul, saman við einum mammubeiggja sínum, til Nashville ar royna seg sum sangskrivari.
Fyrsta veruliga starvið, sum hon fekk var sum medvertur í sjónvarpssendingunum hjá Porter Wagoner, sum tá var ein stór countrystjørna.
Hon hevði eitt sindur trupult við at sleppa burtur úr sáttmálanum við Porter Wagoner, tá hon fekk hug at royna seg sum sjálvstøðug, og ein av mest umrøddu søgunum hjá henni er um hvussu hon fekk sannført Porter Wagoner um at lata hana sleppa.
Hon setti Porter á ein stól framman fyri sær, og sang ein nýggjan sang, ið hon hevði skrivað til hansara – “I will always love You” – sum í dag er hennara kendasti sangur saman við sanginum “9 to 5”, sum hon skrivaði í sambandi við filmin við sama navni, har hon eisini hevði ein av høvuðsleiklutunum.
Dolly Parton hevur havt ávísar trupulleikar við heilsuni í seinastuni, men fá mundu varða, at støðan var so álvarslig, at hon var komin á deyðastrá.
Tí eru tíðindini um deyða Dolly Parton’s farin sum ein skelkur gjøgnum countryheimin í dag.
Dolly var gift Carl Dean, sum doyði í fjør. Tað sermerkta við hjúnabandinum teirra millum, var at maðurin livdi eitt so at siga friðarligt lív, og var ókendur í amerikanska almenninginum, meðan konan var ein av størstu stjørnunum í USA yvirhøvur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald