Uttanlands

Dómararnir til X Factor 2019 kunngjørdir

Thomas Blachman, Oh Land og Ankerstjerne fara at døma sangararnar til X Factor komandi ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-08 14:07 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað verður ikki á DR, at sangkappingin X Factor í Danmark verður send komandi ár, tí TV2 hevur yvirtikið vælumtóktu sendingina, sum hevur verið send á DR á hvørjum ári síðan 2008. 

Og júst nú hevur TV2 avdúkað dómarapanelið, sum fer at taka sær av vónríku sangarunum komandi ár. Teir verða Thomas Blachman, Oh Land og Ankerstjerne.

Thomas Blachman hevur verið dómari øll árini uttan 2010, men Oh Land, við veruliga navninum Nanna Øland Fabricius, og Ankerstjerne, við veruliga navninum Lars Ankerstjerne Christensen, eru nýggj andlit í dómarahópinum. 

Oh Land er sangarinda, sum serliga er kend fyri m.a. hittini "White Nights" og "Sun of a Gun", og Ankerstjerne er ein av mest væleydnaðu sangskrivarum og framleiðarum í Danmark, ið m.a. er kendur fyri hittini "Tag hvad du vil" og "Lille Hjerte" saman við Shaka Loveless. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder