2025-09-26 08:25

Ein 49 ára gamal maður, sum sunnudagin fekk ein straksdóm í Føroya rætti fyri at hava við sær sløk 786 gram av hassji til Føroya, var í gjár tikin á flogvøllinum í Vágum við 40.000 krónur uppi á sær.
Løgreglan tók pengarnar sum hann hevði í evrum og krónum. Maðurin varð handtikin og skuldsettur fyri hvítvask.
Maðurin noktar seg sekan. Hann bleiv leyslatin aftur, og bíðar nú helst eftir veðrinum at sleppa av landinum.
Sunnudagin fekk hann annars 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Hann var tikin tá hann kom til landið leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald