Innanlands

Dómsnevndin: - Nóg breiðar herðar at stýra skynsamt, tá tíðirnar eru góðar

Ein samd dómsnevnd hevur valt byggifyritøkuna Articon, sum Ársins virki 2018

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-09-28 18:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Articon er ársins virki 2018. Tað varð kunngjørt á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum seinnapartin.

- Tað eru góðar tíðir í Føroyum í dag. Men vit vita øll, at tað er so skjótt, at fortreytirnar kunnu broytast. Ársins Virki 2018 hevur - hóast fyritøkan enn ikki hevur rokkið 20 ára aldur - prógvað, at hon er før fyri at tillaga virksemið, tá ordrabókin minkar, og at hon eisini hevur nóg breiðar herðar til at stýra skynsamt, tá tíðirnar eru góðar, sigur dómsnevndin.

- Fyritøkan hevur frá byrjan lagt dent á dygga verkætlanarstýring, út frá teirri sannføring, at tíðin, sum verður brúkt til at planleggja og fyrireika, verður vunnin fleirfaldað aftur í síðsta enda. Stóri denturin á prosjektleiðslu hevur eisini havt við sær, at fyritøkan ber orð fyri at levera til tíðina, at stýra kostnaðinum og at góðskan er í lagi, sigur dómsnevndin.

- Ársins Virki 2018 hevur seinnu árini gjørt íløgur í tíðarhóskandi og framkomna útgerð. Men fyritøkan hevur eisini veruliga megnað at sett og fasthildið dugnalig starvsfólk við røttu førleikunum, sum hevur fingið heildina at virka sum eina væl smurda maskinu. Nógvir lærlingar hava gjøgnum tíðina fingið sína útbúgving í fyritøkuni, og hevur hetta eisini verið við til at tryggja tilgongdina av starvsfólki.

- Ársins Virki 2018 hevur síðani stovnanina í 2001 ment seg til at vera størsta fyritøka í síni -vinnugrein. Ársins virki smæðist ikki við at átaka sær alsamt størri uppgávur, og hevur prógvað, at hon eisini megnar at lyfta tær.

- Fyritøkan virkar í einari bransju við beinharðari kapping og har kostnaðarstøðið serliga seinnu árini hevur verið hækkandi. Hóast hetta hevur hon megnað at fingið eitt vaksandi avlop, sum hevur hækkað eginpeningin upp í 80 mió kr. Samstundis hevur avkastið eisini verið hækkandi, og var eginpeningsavkastið áðrenn skatt 50 % í 2017. Høvuðsorsøkirnar til betraða búskaparliga úrslitið er ein meira effektiv nýtsla av ognunum í fyritøkuni og eitt betrað vinningsføri, sigur ein samd dómsnevnd.

Hetta er aðru ferð, at Articon er kosin ársins virki. Fyrru ferð var fyri 10 árum síðani.

Jón Sigurðsson og Niclas Joensen, stjórar í Articon tóku ímóti heiðrinum (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder