So hendi tað, sum allur heimurin hevur bíðað eftir. Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump er loksins vorðin ákærdur fyri brotsverk. Talan er um loyniligu skjølini hann tók við sær úr Hvítu Húsunum eftir seinasta forsetaval.
Serstaki ákærin, Jack Smith, sum løgmálaráðharrin Garland í fjør setti til at kanna fleiri mál, ið Donald Trump er partur av, lat í nátt ta fyrstu bumbuna falla. Hann hevur nú nóg mikið av prógvum til at kunna ákæra Donald Trump í málinum um handfaringina av loyniligu skjølunum, ið Trump av sínum eintingum tók við sær til heim sítt í Florida. Fleiri av skjølunum verða mett at kunna skaða trygdina hjá USA, um tey koma í skeivar hendur.
Trump hevur fingið boð um at møta í dómhúsinum í Miami týsdagin. Sambært bretska blaðnum The Guardian, snúgva ákærurnar seg um, at Trump vitandi hevur tikið og goymt tilfar um tjóðartrygdina.
Málið um loyniligu skjølini vaktu sera stóran ans í fjør, tá FBI rannsakaði húsini hjá Trump í Mar-a-Lago í Florida. Tá vórðu funnin 13.000 skjøl, harav 100 vórðu merkt sum klassifiserað. Ein av sakførarunum hjá Trump hevði annars sagt frá, at øll slík skjøl vórðu latin aftur til Hvítu Húsini.
Við hesi ákæruni er Trump ákærdur í tveimum málum. Í mars varð hann ákærdur í máli í New York um at hava goldið fyrrverandi pornostjórnu pening fyri at tiga. Í tí málinum hevur hann sagt seg vera ósekan. Fleiri høgtstandandi republikanarar hava úttalað, at talan er um ein svartan dag í amerikanskari søgu.
Amerikanskir miðlar høvdu annars roknað við, at ákæra fór at verða reist í málinum um álopið á Kongressina, har fleiri kanningar vilja vera við, at Trump var upphavsmaðurin til ta hendingina. Nú verður hildið, at serstaki almenni ákærin Smith hevur valt málið um loyniskjølini fyrst, tí tað er bæði skjótari og lættari at handfara og at prógvini eru so mikið góð, at málið kann avgreiðast innan rímuliga tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald