“Døden stiger op fra havet” er heiti á nýggjari danskari krimisøgu, sum júst er útkomin. Talan er um triðja bindið í eini røð um Jessica Winther, sum Tommy Thorsteinsson hevur skrivað.
Tommy Thorsteinsson er hálvur føroyingur. Pápi hansara, Pauli Vilhelm Thorsteinsson (1929-2014) var úr Suðuroy, og Tommy hevur stóra familju í Føroyum.
Hann hevur skrivað fleiri krimisøgur – hin fyrsta kom út í 2017. Ein krimirøð snúði seg um Onnu Blaafalk, og nú er tað Jessica Winther, ið er høvuðspersónurin.
Í hesi triðju bókini um Jessica Winther er hon flutt til Føroya fyri at sameinast við unnustan, ið er vorðin ovasti fyri Arktisk Kommando, har fyrsta uppgáva hansara er at standa fyri byggingini av nýggja loftávaringarradaranum.
Tað henda undarlig ting í sambandi við arbeiðið. Arbeiðsfólk gerast sjúk, og tað ger Bjørn, unnustin, eisini. Vinkonan Melea Andersen, ið er kanningarfólk hjá løgregluni, er og vitjar, og á eini útferð finna tær báðar líkið av eini kvinnu við fótin av kópakonuni í Mikladali. Melea verður sett at uppklára málið saman við føroyskum løgreglufólkum.
Sporini føra til ein bólk av trúgvandi fólkum, sum eru ímóti fosturtøku...
Bókaforlagið vísir á, at bókin “Døden stiger op af havet” har vakra kópakonan hjá Hans Paula Olsen prýðir permuna, væl kann lesast uttan at hava lisið hinar bøkurnar í røðini.
Bókin er at fáa í bókhandlunum í Føroyum, vísir rithøvundurin á.
- Tað hevur altíð verið ein dreymur hjá mær at skriva eina søgu, sum gongur fyri seg í Føroyum, heimstaðnum hjá pápa mínum. Søgnin um kópakonuna spælir ein týðandi leiklut í søguni, sigur Tommy Torsteinsson.
![]()
Tommy Thorsteinsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald