
Umboð fyri donsku fregnartænastuna, bæði PET og FE, eru við, tá løgtingsins uttanlandsnevnd í morginárið skal viðgera lógaruppskotið um at banna ávísum russiskum fiskiskipum til bryggu í Føroyum. Tað er lógaruppskotið, sum eitur “broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina”.
Og í klombrum undir heitinum á lógaruppskotinum stendur: “Víðkaðar heimildir at seta ávís onnur avmarkandi tiltøk í verk mótvegis Russlandi ella Hvítarusslandi, sum hava til endamáls at tryggja frið og trygd ella virðing fyri fólkaræði, rættarsamfelagi, mannarættindum ella altjóðarætti annars, heruppií í sambandi við hybridhóttanir, brot á mannarættindi, o.a.”
Málið fekk fyrstu viðgerð á løgtingi 28. august. Síðan hevur málið ligið í uttanlandsnevndini. Eftir skipanini skuldi tað verið komið úr aftur nevndini 27. september, eftir ein mánað, men nevndin hevur frá formansskapinum fingið longt freistina í ein mánað afturat, til 29. oktober.
Hetta tí nevndin hevur ætlanir at hava innkallingar í málinum áðrenn álit verður skrivað, sum sagt verður í umbønini til formansskapin.
(Mynd: PET)
Í hesum sambandi er Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við uttanríkis- og vinnumálum kallað til fundar í morginárið, og sambært heimasíðuni hjá løgtingiinum, hevur tjóðveldiskvinnan umboð fyri donsku fregnartænasturnar við sær.
Fundurin í uttanlandsnevndini er settur at byrja klokkan 9 í morginárið. Klokkan 9.10 kemur Sirið Stenberg á fund saman við “umboðum frá PET og FE”.
PET stendur fyri Politiets Efterretningstjeneste, sum er tjóðartænastan í fregnar- og trygdarmálum undir Ríkispolitiovastanum, og FE stendur fyri Forsvarets Efterretningstjeneste, sum eitt nú arbeiðir við cyber-hóttanum og hybridum hóttanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald