2023-09-08 14:38
Mikudagin varð boðað frá umfatandi drekkivatnsdálking í Tórshavnar kommunu, og varð heitt á borgarar í Havn, á Argjum, Nólsoy, á Velbastað og í Kaldbak um at kóka vatnið.
Kommunan boðar nú frá, at borgarar í Havn og á Argjum ikki longur nýtast at kóka drekkivatnið, tí nú er reint aftur har.
Bakteriur eru tó enn staðfestar í drekkivatninum í Nólsoy, og bíðað verður eftir úrslitinum av vatnroyndunum á Velbastað og í Kaldbak.
– Kókitilmælið stendur við tí við fyri hesi støð, og verða nærri boð um hetta, tá úrslitini fyriliggja, skrivar Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald