2020-07-15 21:32
Tað gekk væl at reka grindina á Hvalba, sum nakað áðrenn klokkan átta varð funnin út fyri Sandvík.
Hon er komin inn móti sandinum, men sambært Suðuroyarportalinum, sum er á staðnum, gongur striltið við at fáa grindina at gera landgongd. Fyrstu hvalirnir eru tó avlívaðir.
Mett verður, at talan er um stóra grind.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald