Mentan

“Dreymar við havið” eftir Sakaris Stórá frumsýnast í USA

Filmurin hevði føroyska frumsýning í 2017, og er longu sýndur á nógvum filmsstevnum kring heimin

Sakaris Stóra á Northern Lights filmsstevnuni í Minsk í Hvítarusslandi, apríl 2018

Sakaris Stóra á Northern Lights filmsstevnuni í Minsk í Hvítarusslandi, apríl 2018

2018-09-24 14:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú fær filmurin ”Dreymar við havið” eftir Sakaris Stórá amerikanska frumsýning á altjóða filmsstevnuni Woodstock, USA.

"Dreymar við havið", sum hevði føroyska frumsýning í 2017, er longu sýndur á nógvum filmsstevnum kring heimin, har hann hevur verið sera væl móttikin. Filmurin hevur m.a. verið vístur í Íslandi, Italia, Týsklandi, Noregi, Svøríki, Danmark og Kekkia.

Fyrr í ár skipaði Føroyska sendistovan í Russlandi fyri sýningum í Moskva, Skt. Pætursborg og Pskov, har filmurin eisini varð sera væl móttikin, og í apríl setti ”Dreymar við havið” filmsstevnuna Northern Light Film Festival í Hvítarusslandi.

Filmurin hevur eisini verið sýndur í fleiri býum í Finnlandi, og í september verður filmurin sýndur í Nuuk í Grønlandi, og í oktober verður filmurin sýndur á altjóða filmsstevnuni í Riga í Lettlandi.

Filmsstevnan í Woodstock er kend fyri at leggja dent á sjálvstøðugar filmar av bestu góðsku, og í 2014 varð stuttfilmurin ”Vetrarmorgun” eftir Sakaris Stórá sýndur á filmsstevnuni.

”Dreymar við havið” luttekur í World Cinema kappingini, saman við sjey øðrum filmum úr øllum heiminum.

Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði handritið til filmin, og framleiðslufeløgini vóru Fish&Film og Adomeit Film.

Sakaris Stórá er farin undir at skriva næsta filmin, sum eftir ætlan skal takast upp næsta ár. Filmurin ber arbeiðsheitið ”Oktober”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder