placeholder
Innanlands

Drop-in koronakanningar í Trongisvági

Longu bilrøðinar til sjúkrahúsið hava viðført nakað av ampa og ruðuleika í ferðsluni, eins og hesar ikki hava verið ferðsluliga tryggar. Tí eru umsitingin í Tvøroyrar kommuna og Suðuroyar Sjúkrahús komin ásamt um eina loysn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-09 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á Tvøroyri hevur sera nógv ferðsla verið seinastu dagarnar við longum bilrøðum til Suðuroyar Sjúkrahús, har fólk eru vorðin kannað fyri korona.

Longu bilrøðinar hava viðført nakað av ampa og ruðuleika í ferðsluni, eins og hesar ikki hava verið ferðsluliga tryggar. Tí eru umsitingin í Tvøroyrar kommuna og Suðuroyar Sjúkrahús komin ásamt um eina loysn. Koronakanningar verða í eina tíð gjørdar á parkeringsøkinum sunnan fyri Ítróttarhøllina í Trongisvági, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Suðuroyar Sjúkrahús hevur avgjørt at uppseta eina “drop-in” kanningarmiðstøð í kjallaranum í skúlanum í Trongisvági. Byrjað verður at taka ímóti fólki mánamorgunin klokkan 10.

Ætlanin viðførur eisini at Tvøroyrar kommuna lýsir eina tíðaravmarkaða ferðslubroyting fyri økið við Ítróttarhøllina, skúlan, og vøllin við Stórá, sum verður galdandi, so leingi sum koronakanningarnar fara fram á parkeringsøkinum sunnan fyri Ítróttarhøllina.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder