2024-01-02 17:06
Danmark fer aftaná 14. januar at hava tvær drotningar. Margreta drotning, sum letur trónuna víðari til Fríðrik krúnprins, varðveitir nevniliga heiti sum drotning.
Tað skrivar TV2.
Drotningarnar í Danmark fara tí at vera Margreta drotning og Mary drotning.
Eitt nýtt hov verður sett á stovn við navninum "Hendes Majestæt Dronning Margrethes Hof".
Margreta drotning var bara 31 ár tá pápi hennara, Fríðrikur kongur, doyði, og í 52 ár hevur hon verið donsk drotning.
Fríðrikur, sum verður Fríðrikur 10. er 55 ára gamal.
Fríðrikur krúnprinsur í Føroyum (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald