Mentan

"Druk" fekk ein Oscar

Filmurin hjá danska leikstjóranum Thomas Vinterberg vann fyri "Besta altjóða film", tá virðislønirnar vórðu handaðar í nátt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-04-26 08:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt, tá Oscar virðislønirnar vórðu handaðar í Los Angeles í amerikanska statinum Kalifornia, var tað ikki óvæntað, tá danski filmurin "Druk", sum var favorittur at vinna, fór av stað við virðislønini fyri "Besta altjóða film".

"Druk" er leikstjórnaður av Thomas Vinterberg

–Hetta er størri enn alt, eg nakrantíð havi kunnað ímyndað mær, burtsæð frá, at eg altíð havi ímyndað mær hetta.

– Síðan eg var fimm ára gamal havi eg fyrireikað røður á tokstøðum, í skúlanum ella á vesinum, og her eri eg, og tað er veruligt. Tað er frálíkt.

Soleiðis byrjaði takkarrøðan hjá leikstjóranum. Øll røðan sæst omanfyri.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2011 at ein danskur filmur vinnur ein Oscar fyri besta altjóða film.

Fyri tíggju árum síðani var tað filmurin "Hævnen" hjá Susanne Bier, sum vann ein Oscar. Millum leikararnar er Ulrich Thomsen, sum hevur høvuðsleiklutin í føroysku krimisendirøðini TROM, sum verður tikin upp í hesum døgum.

Thomas Vinterberg var eisini tilnevndur í bólkinum "Besti leikstjóri", men har vann hann ikki. Har var tað kinesiska Chloé Zhao, leikstjóri handan filmin "Nomadland", sum fór av stað við virðislønini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder