Mentan

Dubium við sínum fyrsta staklagi

Bólkurin úr Eysturoynni hevur júst latið úr hondum fyrsta staklagið "But I Do"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-29 13:01 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í dag gevur bólkurin Dubium út fyrsta staklag sítt "But I Do". Hetta er 
fyrsta av tveimum stakløgum, ið bólkurin ætlar at geva út í ár.

Bólkurin er úr Eysturoynni og spælir bleytan syru-rokk. Ungi bólkurin ætlar sær 
eisini at spæla meiri alment komandi tíðina.

Sambært monnunum í bólkinum snýr lagið "But I Do" seg um at vera forvirraður og taka býttar avgerðir.

Dubium eru:

Sjúrður Djurhuus Tróndheim: sang, orgul, gittar

Poul Andrias Olsen: gittar

Ari Dam: bass

Tóri Atlason: trummir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder