Walisiska sangarinnan, Aimee Ann Duffy, bert kend sum Duffy, sum millum annað, hevur vunnið eina Grammy-virðisløn, fortelur nú fyri fyrstu ferð um, hvussu hon fyri fleiri árum síðani varð doyvd, neyðtikin og innistongd í fleiri vikur.
Tað gjørdi hon í eini frágreiðing, sum hon sunnukvøldið legði út á vanga sín á Instagram
Í 2011 boðaði Duffy frá, at hon fór ”at taka ein støðg” frá almannaeygunum. Ikki fyrr enn fyri fáum vikum síðani, kom fram, at ein valdsgerð var orsøk til drúgva støðgin.
Nú avdúkar 35 ára gamla sangarinnan fleiri staklutir um valdsgerðina.
- Tað var á mínum føðingardegi. Eg varð doyvd á eini matstovu. Eg varð doyvd í fýra vikur, og varð flutt til eitt annað land, skrivar hon millum annað.
- Eg minnist ikki, at eg fór umborð á flogfarið og varð sett inn í ein bil. Eg varð innisperrað á einum hotelkamari og gerningsmaðurin kom aftur og neyðtók meg.
Duffy upplýsir ikki navnið á gerningsmanninum. Eftir at hon slapp leys, var hon bangin fyri at boða løgregluni frá brotsgerðini, skrivar hon.
Duffy hevur síðan verið hjá sálarfrøðingi, ið hevur hjálpt henni við at koma yvir sálarløstin.
Hon leggur afturat, at tað var henda ógvusliga hendingin, sum fekk hana til at taka seg aftur frá tónleikapallunum.
- Eg skammist ikki yvir at fortelja tykkum, at eg havi verið einsamøll heima hjá mær sjálvari í næstan tíggju ár.
- Eg kann nú leggja hetta tíggjuárið aftur um meg. Tað er fortíð, skrivar Duffy á Instagram.
Duffy er serliga kend fyri hitt sum ”Mercy” og "Warwick Avenue", og hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri sín sang. Seinasta útgáva frá henni kom í 2010.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald