2024-05-31 08:23
Løgreglan var í gjár og gjørdi ferðslukanningar í Saltangará, á Glyvrum og í Runavík, og tað vísti seg ikki at vera til fánýtist.
Í heldur serstøku rundkoyringini á Gerðisvegi í Saltangará vóru tveir bilførarar, sum snaraðu til vinstru heldur enn at koyra til høgru sum man vanliga vildi gjørt í einari rundkoyring. At koyra ímóti ferðsluni gevur í hesum førinum klipp í koyrkortið.
Bilar vóru eisini steðgaðir og í trimum førum høvdu bilførarar ikki koyrkort uppi á sær. Tveir bilførarar tosaðu í telefon undir akstri og ein koyrdi við píkum hóast freistin at sleppa sær av við píkarnar er 15. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald