Klokkan 13.00 lat nýggi handilin hjá Dugna upp í bygninginum hjá Soli Deo Gloria á Klaksvíksvegi.
Seinnapartin í gjár varð skipað fyri móttøku, sum varð avmarkað orskað av Korona-tilmælunum.
Handilin hevur verið á Kambsdali og er nú fluttur til Klaksvíkar. Hann hevur fingið navnið Tinghúsið og fer at selja møblar, innbúgv, barnaútgerð, húsarhaldsútgerð og nógv annað.
Til móttøkuna bjóðaði Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, vælkomin og harumframt hildu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, røður. Ása Olsen, forkvinna fyri stýrið og Torgerð Hansen bóru eisini fram heilsan. Rani Nosløe stóð fyri felagssangi
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari. Borgarstjórin Jógvan Skorheim segði millum í røðu sínu, at "hetta er enn ein møguleiki, har vit sum kommuna kunnu vísa okkara fjølbroytni við at stuðla undir virksemi, ið serligar tænir teimum, sum hava skerdar førleikar#
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald