Mentan

Dupultkonsert við Høgna og The Fjords

Fríggjadagin verður Mentanarhúsið karmur um Puls konsert

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-08-28 09:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder
Fríggjadagin 31. august verður Mentanarhúsið karmur um eina Puls konsert, har ein norðurlendskur og ein føroyskur bólkur spæla. Hesaferð eru tað tveir bólkar, ið spæla hvør sína útgávu av sofistikeraðum poppi.

THE FJORDS

Norski bólkurin við hóskandi navninum The Fjords borðreiðir við fangandi, lagvøkrum og sofistikeraðum popp tónleiki við innihaldsligari dýpd. 

Á nýggju útgávuni Ladders (2018) taka teir fleiri fet upp eftir stiganum við einum savni av fráskila væl framleiddum sangum. Her verður siðbundin sangskriving sameind við modernaði elektronisk brigdi og eitt vet av soul. Evnini eru millummenniskjalig viðurskifti í eini tíð sum er bergtikin av tíðindavirði, marknaðarvirði, nýggjum forelskilsi og stokkutari gleði.

The Fjords hava verið tráspældir á norska P3, P13, eru kosnir Spotify’s Spotlight 2015 og hava fingið altjóða lovorð frá BBC1, BBC6, Noisey, The Guardian, NME, Stern, Rolling Stone Magazine, The Independent v.fl. 

Tað sum byrjaði sum soloverkætlanin hjá Petter Vågan á jasslinjuni á NTNU í Trondheim, er vaksið til ein fýramans bólk við Vegard Lien Bjerkan, Kim Christer Hylland og føroyska Bárður Reinert Poulsen afturat.

Konsertin er partur av Mentanardøgunum í Fuglafirði, ið eru dagarnar 31. august til 1. september. 

HOGNI

Sangir hansara hava milliónir av stroymingum kring allan heimin, og hann hevur staðið fyri mangari øsandi og inniligari framførslu. 

Leirvíkingurin Høgni Lisberg, við altjóða listanavninum Hogni, er javnan at síggja á palli sum trummuleikari hjá øðrum, men sum frontmaður í egnum navni er hann rárur fuglur. Nú verður endiliga høvi at síggja og hoyra Høgna aftur á egnari konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Við sær á pall hevur hann tónleikaligu vinmennirnar Jan Rúna Poulsen (trummur) og Knút Háberg Eysturstein (keys). 

Trioin fer at framføra eina konsert á tremur við eyðkendum Høgnaløgum um kollvelting, órætt, myrkur og – viktigast av øllum – kærleika! Hogni hevur givið seks solo plátur út frá 2003 til 2014. Sangir hansara eru nýttir í sjónvarpsrøðum og lýsingum kring heimin, líka frá USA til Avstralia. Hogni hevur áður túrað í Evropa og framført á Roskilde Festival, Spot Festival, Iceland Airwaves, SXSW, Midem, Italia Wave Love o.a. 

Konsertin er partur av Mentanardøgunum í Fuglafirði, ið eru dagarnar 31. august til 2. september.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder