Innanlands

Dýr søga hjá bilførara í nátt

Misti nummarspjøldini gjáranáttina, men fór kortini út at koyra og rendi á

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-27 08:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan klippir í hesum døgum nógvar nummarplátur av bilum, har fólk ikki hava goldið vegskatt fyri hetta hálvárið.

Og tá komið varð á mál í norðurøkinum í gjár og leiðin gekk heim aftur, kom løgreglan á eitt lítið soloferðsluóhapp við tunnilsmunnan í Árnafjarðartunlinum. Tað skuldi vísa seg, at hetta var eitt akfar, sum dagin frammanundan hevði mist pláturnar.

Bilurin var av einari ella einari orsøk endaður í veitini, og stóð mitt í tunnilsmunnanum.

Bilførarin fekk ongan skaða, men á bilinum fór foraksilin. Talan verður um eina dýra søgu hjá bilføraranum, sum fær stóra bót fyri at koyra uttan nummarplátur, og helst fær hann heldur ikki endurgoldið nakað frá tryggingarfelagnum, tá han hevur koyrt við óskrásettum akfari, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Annars blivu nummarspjødur á 18 akførum tiknar kring landið í nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder