Uttanlands

Dysturin millum Belgia og Svøríki verður ikki tikin uppaftur

Liðini komu ikki út aftur til seinna hálvleik í EM-undankappingardystinum, orsakað av skottilburðinum í Brússel beint frammanundan har tveir sviar vórðu myrdir

Svøríki syrgir hesa vikuna. Dysturin móti Belgia, ið snúði seg um alt annað enn fótbólt, endar 1-1. Hetta eru fótbóltssambondini í londunum samd um (Mynd: EPA)

Svøríki syrgir hesa vikuna. Dysturin móti Belgia, ið snúði seg um alt annað enn fótbólt, endar 1-1. Hetta eru fótbóltssambondini í londunum samd um (Mynd: EPA)

2023-10-19 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánakvøldið var sorgarleikur í Brússel, har tveir sviar vórðu myrdir í køldum blóði - bara tí teir vóru sviar. Ein triði persónur varð eisini skotin. 

Teir dripnu høvdu svenskar landsliðsblusur á og skuldu til EM-undankappingardystin millum Svøríki og Belgia á King Baudouin, stutt frá har skottilburðurin fór fram.

Tað var ein 45-ára gamal tunesiskur maður, ið framdi tvífalda morðið. Hann gjørdi tað fyri Islamiskan Stat, og tí hann vildi revsa sviar. Maðurin varð skotin og dripin av løgregluni í Brússel týsmorgunin.

Sí eisini: IS hevur tikið ábyrgdina

Fótbóltsdysturin sjálvur fór í gongd, og liðini skoraðu eitt mál hvør fyri steðgin. Tá liðini komu til hálvleiks varð skjótt avrátt, at man ikki fór á vøllin aftur - tað gav ikki meining.

Líknandi niðurstøða er gjørd um sjálvan dystin. 45 minuttir vóru eftir at spæla, men hesir verða ongantíð spældir. Hetta hevur UEFA kunngjørt í dag. Tað er gjørt í samráði við fótbóltssambondini í Belgia og Svøríki, ið undir ongum umstøðum ynskja at spæla dystin, sum varð merktur av atsóknini. 

Svøríki hevur kortini ongan møguleika at koma til EM-endaspælið, og nógv annað enn fótbóltur fyllur nú. Belgia liggur til at vinna bólkin.
 
[object Object]
Victor Lindelöf og Romelu Lukaku dystast um bóltin í Brússel. Liðini fáa eitt stig hvør burturúr dystinum, sum helst ongantíð skuldi verið bríkslaður í gongd (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder