Nú verður aftur skipað fyri 70’ara rokktiltakinum“Easy livin’ við Gjógv”. Hugskotið aftanfyri tiltakið er, at hugna sær eitt vikuskiftið á bygd saman við góðum vinum og kenningum og minnast aftur á tónarnar hjá Uriah Heep og hesaferð eisini Gasolin, sum verður ein tíðindi partur av skránni.
Orsøkin til at júst Gasolin eru settir á skránna er, at tann at í ár eru júst 40 síðan at vælumtóktu Gasolin góvust at spæla. 30. september í ár hendi tað, at Kim Larsen doyði og hetta ger temaið enn meira aktuelt.
Umframt konsert og dans verður eisini onnur tiltøk við Gjógv m.a. tann stóra heepbuffe’in . Útselt er til gisting á Gjáargarði, men nógv gista privat og enntá hevur onkur verið við kampingvogni til Easy livin’ við Gjógv undanfarin ár. Nakrir gestir fara til Gjáar fríggjakvøld at hugna sær. Onnur bíleggja sær pláss við bussinum sum koyrur aftur og fram í sambandi við Easy livin’ við Gjógv.
Konsert og dansur í Bygdarhúsinum
Á konsert/ dansi skránni hjá Deiggj verða fleiri av teimum kendastu Uriah Heep løgunum og ein rúgva Gasolin løgum. Inn ímillum og seinni yvirtekur Leif Láadal pallin og spælur tónleik frá 70’unum.
Nógv verður gjørt burturúr at hugna og prýða Bygdarhúsið og skapa tann rætta 70’ara stemingin.
Hetta verður gjørt m.a. við livandi ljósum, lavalampum, plakatum o.ø. sum myndaði 70’ini. Seinni er møguleiki at vitja Kaffihúsið við Gjónna. Fjepparar og teirra vinir koma heilt frá Sumba til Viðareiði.
Í løtuni eru ljósini í Gjónni sløkt, men verða aftur tendrað til Easy livin’ við Gjógv.
Deiggj eru frá vinstru Pætur Dam, Fróði Vestergaard, Sverri Heinesen, Dennis Lave, Páll Lave og Rani Hammershaimb
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald