
Samfelagsmøtini í Klaksvík halda fram hvítusunnudag við fleiri møtum og tiltøkum í Badmintonhøllini, har Sangkórið í Ebenezer í Havn fer at syngja á møtunum kl. 15:00 og kl. 19:00. Samstundis verður KÍ-høllin opin til børnini at hugna sær í.
Á skránni fyri hvítusunnudag eru hesi møti og tiltøk – øll í Badmintonhøllini:
Kl. 11:00 verður minnismáltíð HARRANS – eftir breyðbrótingina talar Martin Tuohy.
Kl. 12:30 verður sunnudagsskúli, har tey hesa ferð gera eitt sindur eyka burtur út frásøgnini um Nóa við leiki og búnum, og ørkin verður eisini við.
Kl. 15:00 verður uppbyggingarmøti, har Símun Absalonsen og John í Skemmuni fara at tala, og Ebenezerkórið syngur.
Kl. 19:00 verður evangeliskt møti, har Ebenezerkórið framvegis luttekur við sínum vakra sangi, og har Tóra við Keldu, Jens Christian Olsen og Eyðun Elttør tala, og Tórður Johannesen fer at hava ein vitnisburð.
Kl. 21:30 byrjar ungdómsmøti, har ungdómurin skipar fyri góðum lovsangi og samveru. John Færø, Julia Bogadóttir og Victoria Tuohy luttaka við talu og vitnisburði.
Á øllum møtunum verður tulkað til enskt, og á møtinum kl. 15:00 verður teknmálstulkur.
Øll møtini verða stroymd og send beinleiðis á hesum rásum: *Starabúrið, *SJEY kristiligt kringvarp og *EvR (Evangeliska Røddin). Slóðirnar eru allar at finna á betesda.fo.
Betesda
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald