Í summar næsta ár fer Ed Sheeran at hava sína higartil størstu konsert í Danmark. Tað skrivar GAFFA.
Bretski sangarin og sangskrivarin hevur júst almannakunngjørt nýggjar konsert- og festivaldatoir í Evropa, og á nýggju konserferðini gongur leiðin eisini framvið Odense.
Konsertin í Odense verður 28. juli 2019 í Tusindårsskoven, har pláss verður fyri 43.000 fólkum, og verður hetta sostatt størsta danska konsertin hjá honum, og størsta konsertin í Tusindårsskoven, higartil.
Síðan Ed Sheeran gav út sína debutfløgu í 2011 er hann vorðin ein av heimsins mest eftirspurdu live-nøvnum. Í løtuni er hann á fullkomiliga útseldari konsertferð í USA, har hann hevur framført framanfyri tilsamans 3,3 milliónir fjepparum.
Eisini hevur Ed Sheeran boðað frá, at hann fer á sína fyrstu stadion-konsertferð í Suðurafrika, har atgongumerki vórðu útseld eftir fáum minuttum.
Atgongumerkjasølan til konsertina hjá Ed Sheeran í Tusindårsskoven byrjar hósdagin 27. september klokkan 10 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald