![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Eg fegnist um, at vit hava sett Edvard sum stjóra. Hann hevur sera góðan kunnleika um felagið, flutningsvinnuna eins og um møguleikar og avbjóðingar fyri framman. Eisini hevur hann sum fyribils stjóri víst, at hann er rætta fólkið at mynda felagið og leggja framtíðarkósina til rættis saman við nevndini.
Soleiðis sigur nevndarformaðurin í Posta, Árni Ellefsen, eftir at nevndin endaliga hevur sett Edvard S. Remberg sum stjóra.
Hann gjørdist fyribils stjóri í oktober í fjør, eftir at Hans Jákup Langgaard segði seg úr starvi.
Edvard Remberg var ein av teimum tíggju, ið søktu starvið. Hann tekur við starvinum beinanvegin.
Nýggi fast setti stjórin hevur verið KT-leiðari í felagnum síðani 2014 og hevur verið ein týðandi partur av menningini í felagnum seinastu árini. Hann er 50 ár og búsitandi í Hoyvík
- Uppgávan fyri framman er spennandi. Posta hevur ein týðandi leiklut í samfelagnum og okkara flutningstænastur eru framkomnar og viðkomandi fyri bæði vinnuna og privatkundar. Saman við starvsfólkunum fari eg miðvíst til verka fyri at tryggja, at vit byggja víðari á góða grundarlagið. Í høvuðsheitum snýr tað seg um at styrkja raksturin, menna post-, flutnings- og filateliøkið og framvegis tryggja góðan starvsfólkatrivnað, sigur Edvard Remberg.
Í síðstu viku kunngjørdi Posta, at man fer at gevast at bera lýsingabløð út. Hetta merkir millum annað, at 12 fólk verða søgd úr starvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald