Ársúrslitið hjá Effo samtakinum fyri 2022, sum var 39,4 mió.kr. var á sama støði sum í 2021.
Men um hugt verður nærri eftir rakstrarlønseminum, so er var rakstrarlønsemið munandi verri í 2022. Eitt nú sæst, at ársúrslitið var bert 2,3 prosent av nettoumsetninginum í 2022 í mun 4,1 prosent í 2021. Hetta kemst av at sølan øktist munandi meira enn ársúrslitið.
Rakstrarroknskapurin
Sølan hjá Effo samtakinum øktist munandi í 2022. Samlaða sølan í 2022 var 1.709 mió.kr., sum er heilar 742 mió.kr. ella 77 prosent hægri enn í 2021.
Orsøkin til stóra vøksturin er sambært ársfrágreiningina hjá Effo orsaka av týðandi hendingum, so sum hækkandi oljuprísur í árinum, hækkandi dollara kursur, umframt at sølan av brennievni í Føroyum hevði eina lítla hækking, harav sølan til skip hevði tann størsta vøksturin.
Bruttovinningurin hjá Effo vaks úr 144,2 mió.kr. í 2021 til 154,5 mió.kr. í 2022. Vøksturin var 7 prosent.
Ebitda í 2022 var 72,2 mió.kr. í mun til 70,4 mió.kr. í 2021. Vøksturin í ebitda var 2,5 prosent.
Áv ársúrslitinum áðrenn skatt rindar Effo 11,6 mió.kr. í partafelagsskatti fyri 2022.
Ársúrslitið fyri 2022 gjørdist eitt avlop á 39,4 mió.kr. sammett við 39,6 mió.kr. í 2021.
Aðalfundurin samtykti at rinda partaeigarunum 29 mió.kr. í vinningsbýti.
Fíggjarjavnin
Fíggjarjavnin hjá Effo samtakinum javnvigaði í 2022 við 441,8 mió.kr., sum er 75 mió.kr. meira enn árið fyri.
Støðisogn var í alt 163,1 mió.kr. við árslok 2022 sammett við 176,4 mió.kr. í 2021.
Ogn í umferð er hinvegin økt úr 366,3 mió.kr. í 2021 til 441,8 mió.kr. í 2022.
Samlaða skuldin hja Effo øktist úr 222,5 mió.kr. í 2021 til 286,1 mió.kr. í 2022, sum svarar til eina øking á 63,5 mió.kr. Langfreiðstaða skuldin minkaði úr 43,6 mió.kr.í 2021 til 39,8 mió.kr. í 2022 meðan stuttfreistaða skuldin øktist úr 178,9 mió.kr. til 246,3 mió.kr. sama tíðarskeiði.
Eginpeningurin hjá Effo er í 2022 komin uppá á 150,5 mió.kr. íroknað tær 29 mió.kr., sum vóru avsettar til vinningsbýti.
Lyklatøl
Trygdarevnið, sum er er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, var 34% í 2022, sammett við 39 prosent í 2021.
Gjaldførið hjá Effo, um hugt verður eftir gjaldførislutfallinum, er økt úr 106 prosentum í 2021 til 111 prosent í 2022. Tøkur peningur við ársenda 2022 var 33 mió.kr.
Ognaravkastið, sum sigur hvussu rakstrarlønsemið hevur verið í mun til samlaða fíggjarjavnað, fall úr 14 prosentum í 2021 til 12 prosent í 2022. Avkastið er rímuliga gott, men er væl lægri enn tað var í 2019 og 2020.
Eginpeningsavkastið, sum vísir hvat úrslitið hevur givið eigarunum í avkastið á eginpeninginum, er fallið úr 39 prosentum í 2021 til 34 prosent í 2022. Talan er tí um eitt gott avkast.
Effo upplýsir í roknskapinum, at talið av starvsfólkum í 2022 var í alt 99 ársverk.
Samanumtikið er talan um eitt gott úrslit sum Effo hevur lagt fram fyri 2022. Tó má staðfestast at rakstrarlønsemið í 2022 orsaka av nógv øktu søluni er væl lægri samanborið við 2021, serliga tí at Effo ikki hevur vunnið líka nógvan pening lutfallsliga í mun til søluna sum undanfarnu árini.
Stjóri í Effo P/F er Gunnar Nielsen. Nevndarformaður er Janus Thomsen.
Í roknskapinum verður upplýst, at P/F Tjaldur og Kolan Aps, Hirtshals hava avgerðandi ávirkan á Effo P/F. Hetta merkir at teir samanlagt eiga meira enn 50 prosent.
---
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
---
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald