Í gjár, mikudagin 5. juli, var hátíðarhald við Rásina í Runavík. Hetta í sambandi við, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum setti hakan í, og soleiðis formliga byrjaði útbyggingina av Rásini.
Talan er um eina verkætlan, sum kemur at kosta 25 milliónir krónur. Tá verkætlanin er liðug, er Rásin útvíðkað við 450 fermetrum. Eftir ætlan skal útbyggingin takast í nýtslu í august 2025.
Nýggi bygningurin, sum verður bygdur uppí núverandi bygning har Rásin heldur til, fer at hava tvær hæddir við kamarslon á ovaru hæddini, og undirvísingar- og felagshølir í niðaru hæddini.
Rásin er ein eftirskúli, hvørs endamál er, at geva næmingum sum ganga har, amboð til, so vítt til ber at megna at taka ábyrgd fyri sínum egna lívi.
Í dag búleikast sjey næmingar á Rásini, men við útbyggingini verður møguligt at tvífalda næmingatalið, soleiðis at 14 ung framyvir kunnu ganga á Rásini.
Til hátíðarhaldið heldt landsstýrismaðurin eina røðu, sum kann lesast her. Eisini síggjast fleiri myndir
Barna- og Útbúgvingarmálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald