Innanlands

Eftirlýsti bilurin funnin

Fyrrapartin varð boðað frá, at stolni bilurin, sum løgreglan eftirlýsti í morgun, varð funnin í Kirkjubø

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-08 12:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bilurin, sum løgreglan eftirlýsti í morgun, er nú funnin.

Tað varð í nátt, at løgreglan legði eina eftirlýsing út á Facebook av einum gráum Opel Astra, og um klokkan 11 boðaði løgreglan frá, at bilurin varð funnin á stóra parkeringsøkinum við farstøðina í Kirkjubø.

Bilurin hevði staðið uttanfyri hjá Wenzel og var stolin millum 29. juli og 7. august, tá stuldurin var fráboðaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder