2020-09-02 09:54
13 næmingar eru í ár byrjaðir í fyrsta flokkinum á nýggja eftirskúlanum á Tvøroyri. Talan er um níggju dreingir og fýra gentur.
Næmingarnir búgva í snotiliga næmingaheiminum við Sílá, har góðar umstøður eru og gott útsýni yvir fjørðin. Teir 13 næmingarnir koma úr Havn, Miðvági, Skálavík, Klaksvík, Sørvági, Vági og Randers
Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu er grein har tosað verður við fleiri av næmingunum á Føroya Eftirskúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald