Innanlands

Eftirspurningurin eftir fígging væntast minka

Føroysku bankarnir vænta ikki, at fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum versnar í fjórða ársfjórðingi í ár.

2026-10-20 10:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftirspurningurin hjá húsarhaldunum eftir fígging væntast at minka í fjórða ársfjórðingi í ár, skrivar Landsbankin.

Landsbankin biður hvønn ársfjórðing føroysku bankarnar meta um broytingar í eitt nú eftirspurningi eftir fígging og í fíggjarstøðuni hjá sínum kundum.

Í triðja ársfjórðingi 2026 svaraðu bankarnir, at fíggjarstøðan var óbroytt hjá húsarhaldunum. Bankarnir vænta ikki, at fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum fer at versna í fjórða ársfjórðingi, hóast økta rentustøðið fer at økja um fíggingarkostnaðirnar hjá kundunum.

[object Object]

Stabbarnir í myndini vísa, hvussu bankarnir meta støðuna vera í inniverandi ársfjórðingi, og prikkarnir vísa, hvussu bankarnir meta støðuna fara at verða í komandi ársfjórðingi

Bankarnir hava upplivað eitt sindur størri eftirspurning frá privatkundunum (húsarhaldunum) eftir fígging í triðja ársfjórðingi 2026, men vænta, at eftirspurningurin fer at minka aftur í fjórða ársfjórðingi orsakað av økta rentustøðinum.

[object Object]

Meira her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder