Landsbanki Føroya hevur, sum eitt lið í arbeiðinum hjá Váðaráðnum, gjørt eina sonevnda útlánskanning. Í kanningini metir einstaki kredittstjórin í teimum fýra føroysku peningastovnunum um broytingar í m.a. eftirspurningi eftir fígging, broytingar í kredittvirðinum ella í krøvunum til kredittvirðið hjá kundunum.
Mett verður, hvørt tað hava verið broytingar í seinasta ársfjórðingi, og um tað væntast at koma broytingar í komandi ársfjórðingi. Í útlánskanningini verður bæði spurt inn til privatkundar og vinnuligar kundar. Kanningin verður gjørd hvønn ársfjórðing og fyrstu úrslitini vóru til taks í øðrum ársfjórðingi 2023.
Nýggjasta kanningin er frá triðja ársfjórðingi 2023. Kanningin vísir, at tríggir út av fýra peningastovnum í Føroyum hava hert kredittkrøvini bæði til vinnu- og privatkundar í 2. og 3. ársfjórðingi. Orsøkin er, at Nationalbankin hevur hækkað rentuna, og harvið hækka føroysku peningstovnarnir útlánsrentuna. Hetta setir størri krøv til kundarnar og tað minkar harvið um kreditútboðið í Føroyum.
Útlánskanningin vísir tó, at eftirspurningurin frá vinnuni er óbroyttur bæði í 2. og 3. ársfjórðingi. Eftirspurningurin frá privatkundum er øktur eitt vet í 2. ársfjórðingi, men er so aftur eitt vet lægri í 3. ársfjórðingi. Tað bendir á, at bæði vinna og húsarhald higartil hava havt fíggarligt rásarúm at klára tey herdu kredittkrøvini.
Peningastovnarnir verða eisini spurdir til útlitini fyri 4. ársfjórðing. Tveir út av fýra peningastovnum í Føroyum vænta, at kredittkrøvini bæði til vinnukundar og privatkundar fara at verða herd, tí útlánsrentan fer at hækka, skrivar Landsbanki Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald