
Tað er okkurt sum bendir á, at Eiðis kommuna fær ein ungan borgarstjóra. 27 ára gamli Rógvi Egilstoft er toppskorari í kommununi við 124 atkvøðum.
Hann stillaði upp á lista B, sum fekk fimm av teimum sjey bygdarráðslimunum.
Rógvi Egilstoft er ikki nýggjur í politikki. Hann stillaði upp fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið í fjør, og er varðamaður á tingi.
Hesi komu inn í kommunustýrið í Eiðis kommunu
Rógvi Egilstoft 124 atkvøður
Tonny Snogebæk Kruse 54 atkvøður
Kristian Martin Juul 49 atkvøður
Tove Kruse Samuelsen 40 atkvøður
Fríða Jóinsdóttir Joensen 40 atkvøður
Tummas Súni Sofus Hammer Joensen 31 atkvøður
Annsy Høghamar 30 atkvøður
Undanfarni borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, var bara 26 ár, tá hann tók við fyri átta árum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald